Curriculum Vitae

Detailed experience and background

Faroese CV with contact details, experience, education, and technical strengths.

Benjamin Hammer

KT-mennari | .NET, integratiónir og praktisk AI
Tórshavn, Føroyar
+298 219052
hammerbenjamin@gmail.com
hammerbenjamin.com
Føddur 29.08.1984

Um meg

Eg eri ein royndur og ágrýtin KT-mennari við yvir eitt áratíggju av royndum innan softwaremenning, integratiónir og systemarkitektur, serliga við .NET og C#. Eg havi arbeitt við menning, viðlíkahaldi og rakstri av innanhýsis skipanum, frá kravfesting og arkitekturi til verksetan. Eg leggi dent á góðsku, væl skipaða og lættskiljandi kotu og at finna einfaldar og haldgóðar loysnir til kompleksar trupulleikar.

Eg eri forvitin eftir nýggjari tøkni og havi seinastu tíðina bygt praktiskar AI-loysnir við RAG, málmodellum, embeddings og vector search. Eg arbeiði skipað og trívist bæði sjálvstøðugt og í samstarvi við onnur.

Úrvaldar AI-verkætlanir

Lógir

Bygdi eina RAG-loysn, sum heintar, viðger og leitar í føroyskum lógartilfari frá logir.fo. Loysnin nýtir málmodell saman við egnum dátugrundarlagi og gevur svar við kelduávísingum og upplýsing um keldutrygd.

Arbeiddi millum annað við OpenAI/Azure OpenAI, embeddings, vector search, Qdrant, MongoDB og API-integratiónum.

YumYumify

Bygdi eina AI-grundaða uppskriftarloysn, sum ger tað einfalt at finna og skapa uppskriftir eftir mati, máltíð og høvi. Loysnin fevnir eisini um eina dagliga uppskriftauppliving á today.yumyumify.ai.

Verkætlanirnar hava givið mær praktiskar royndir við at menna og reka AI-grundaðar webloysnir frá hugskoti til brúkaraklára tænastu.

Útbúgving

Føroya Handilsskúli (TSÚ)

Tórshavn, FO
AP Graduate in Computer Science
2012 - 2014

ITU

Keypmannahavn, DK
Softwareudvikling
2010 - 2011
Ikki fullførd orsakað av persónligum viðurskiftum

Føroya Handilsskúli

Tórshavn, FO
FHS og HH
2005 - 2008

Starvsroyndir

KT-mennari - Føroya Tele

Nov 2025 - nú

  • .NET/C# menning og viðlíkahald av kundaportalum, innanhýsis skipanum og integratiónstænastum.
  • API- og systemintegratiónir við REST/SOAP, Azure Service Bus og event-drivnum bakgrundstænastum.
  • Monitoring og feilfinning í rakstri við Application Insights/Azure Monitor, CI/CD og deployments í Azure og Kubernetes/AKS.

KT-mennari - Betri Banki P/F

Jul 2018 - Sep 2025

  • Ment og viðlíkahildið fleiri enn 15 innanhýsis skipanir.
  • Fullstack menning við .NET, C#, Blazor, MongoDB, SQL, JavaScript, CSS, HTML og aðrari tøkni og amboðum.
  • Ábyrgd av systemdesign og arkitekturi fyri fleiri verkætlanir.
  • Arbeiddi í agilum toymi við Jira og Confluence.

KT-ráðgevi / konsulentur - Betri Banki P/F

Jan 2018 - Jun 2018

  • Systemdesign og innanhýsis menning.
  • Konsulentarbeiði sum endaði við fastari setan.

KT-mennari - E7 Sp/f

Apr 2016 - Okt 2017

  • Fullstack menning og KT-loysnir í .NET.
  • Luttók í smærri menningartoymi.

KT-mennari - KT húsið, Tórshavn

Jul 2014 - Okt 2015

  • Fullstack menning við C#, ASP.NET, SQL, HTML, CSS og jQuery.
  • Arbeiddi eisini við MS Dynamics NAV.

Førleikar

Softwaremenning og integratiónir
.NET/C#, ASP.NET, Blazor, EF Core, REST/SOAP API, Microsoft Graph API, SQL Server, MongoDB, Azure Service Bus, RabbitMQ, JavaScript, HTML, CSS

AI og dátur
RAG, OpenAI/Azure OpenAI, embeddings, vector search, Qdrant

Cloud, rakstur og DevOps
Azure, Docker, Kubernetes/AKS, Azure Pipelines/CI/CD, Application Insights, Azure Monitor, Linux

Menningaramboð
Git, GitHub, GitHub CLI, Bitbucket, PowerShell, Jira, Confluence, Visual Studio, VS Code

Aðrar forritanarmálsroyndir
Python, Java, C++

Tungumál
Føroyskt, enskt, danskt